Danir taptu ímóti serbum

Hondbóltur: Danmark tapti í gjárkvøldið ímóti Serbia í EM-kappingini. Úrslitið var 24-22 eftir hálvleiksstøðuna 12-10 til Danmark.

Dysturin var sera spennandi frá byrjan til enda, og munurin var ongantíð størri enn trý-fýra mál. Danir vóru frammanfyri, til serbar javnaðu til 17-17. Síðani fylgdust liðini, men í 49. minutti komu serbar framum við tveimum málum 21-19. Danir megnaðu kortini at javna til 22-22, men í endanum royndust serbar stinnari og vunnu at enda dystin 24-22.
Danir vóru fleiri ferðir misnøgdir við avgerðirnar hjá teimum báðum fronsku dómarunum. Venjarin, Ulrik Wilbek, duldi heldur ikki fyri sína misnøgd við dómararnar.
Seinasti dystur hjá dønum í innleiðandi kappingini verður hósdagin ímóti Póllandi, sum vann stórsigur á Slovakia í dag.