Danir taka støðu í september

Tann 27. september skulu danir á fólkaatkvøðu um ES-grundlógina.

27. september skulu danir taka støðu til ES-grundlógina, sum ríkis- og stjórnarleiðararnir í teimum 25 londunum skrivaðu undir í Rom í oktober í fjør.

Avgerðin um at halda fólkaatkvøðuna í september bleiv tikin aftan á tingingar ímillum teir flokkarnar, sum taka undir við grundlógini, og Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, segði fyrrakvøldið, at nú fáa danir góða tíð til at viðgera evnið og til at taka støðu.

Danmark verður ætlandi tað sætta landið, sum tekur støðu til ES-grundlógina. Spaniumenn hava longu sagt ja, og teir næstu mánaðarnar verður fólkaatkvøða í Portugal, Fraklandi, Niðurlondum og Luksenburg. Ætlanin var eisini, at pólendingar skuldu taka støðu í summar, men har er fólkaatkvøðan útsett. Næsta ár skulu bretar og kekkar siga sína hugsan um grundlógina.

Í hinum 15 limalondunum verður eingin fólkaatkvøða um grundlógina. Har skulu tey einstøku tjóðartingini avgreiða málið.