Hósdagin fær føroyska U-21 landsliðið í fótbólti vitjan av danska U-21 landsliðnum. Liðini bresta saman í EM undankappingardysti.
Tað plagar at vera soleiðis, at mótstøðuliðini ferðast tveir dagar undan ásetta dystardegnum. Soleiðis verður tað ikki hesaferð hjá dønum. Sambært bold.dk so fer danska liðið at venja á graslíki á Amager mánadagin. Mánakvøldið verður flogið til Føroya, og so verður vant á Tórsvølli týsdagin og mikudagin, áðrenn dysturin verður hósdagin.
Føroyar hava spælt ein dyst í hesi undankappingini. Tað var 8. juni, tá ið tað endaði við 3-0 tapi á útivølli í Litava.
Dysturin hósdagin verður tann fyrsti hjá Danmark. Venjarin hjá danska liðnum, Niels Frederiksen, sigur soleiðis:
-Vit fara tíðliga til Føroya fyri at venja okkum við undirlagið, sum vit skulu spæla á. Tí hava vit venjingar á dystarvøllinum týsdagin og mikudagin, áðrenn dysturin verður hósdagin.
Danmark vann bólkin, tá ið tað varð kappast um at sleppa við í EM endaspælið í Krakow í Póllandi. Í endaspælinum endaði Danmark á triðja plássi í sínum bólki.
Næsta endaspælið verður í 2019 í Italia og San Marino.