Tað var mest gott, tá norðurlond spældu fimm EM-undandystir mikukvøldið.
Danmark tók øll á bóli, tá teir vunnu 3-2 á útivølli móti Italia, og bæði Noreg og Svøríki spældu seg í EM-endaspælið næsta summar.
Verri gekk hjá smátjóðunum í útnorði.
Føroyska liðið snávaði enn einaferð á heimavølli; hesaferð í oysregni móti partvís tamum litaviskum liði. Og í Íslandi var vónbrotið helst enn størri enn tað føroyska.
Íslendingar hava gjørt rættiligan vørr í EM-undankappingini. Teir eru í einum bólki, har eingin frammanundan helt teir hava nakran møguleika at verða við, men hóast mótstøðulondini hava verið fótbóltsrisar sum heimsmeistararnir Frakland, Rusland og Ukraina, hava íslendingar verið við í toppstríðnum í bólkinum.
Mikukvøldið stóð slagið móti Ukraina, og við einum sigri, kundi Ísland rættiliga leggja lunnar undir luttøkuna í EM-endaspælinum. Men tað gekk ikki. Eitt mál kom í dystinum, og tað fingu gestirnir stutt fyri hálvleik. Ein íslendskur verjuspælari gjørdi ein óneyva takling í egnum brotsteigi, og so skoraðu teir úr Ukraina við brotssparki.
Hóast Ísland í seinna hálvleiki trýsti fyri at fáa javnleik, fingu teir einki mál. Við sigrinum legði Ukraina seg á odda í bólkinum. Teir hava 19 stig, meðan Rusland og Frakland hava 18 stig. Í seinasta umfarinum eru dystirnir Frakland-Ísland og Ukraina-Rusland.
Íslendingar hava framvegis møguleikarn at enda á 2. plássi í bólkinum, men so skulu teir vinna í París, samstundis sum Ukraina skal vinna á Ruslandi.
Noreg og Svøríki í serflokki
Tað hevur ongantíð verið nakar ivi um tað, og í gjárkvøldið varð tað staðfest. Noreg og Svøríki eru við í EM-endaspælinum, sum verður spælt í Hollandi og Belgia næsta summar.
Noreg vann 4-0 móti Slovenia, sum er nummar 2 í bólkinum, og við tí sigrinum slóu norðmenn fast, at teir hoyra heima í bæði EM- og HM-endaspølum.
Svøríki hevur ikki verið til at tikið í sínum bólki, hóast mótstøðuliðini hava verið lond sum England, Bulgaria og Pólland. Svøríki vann mikukvøldið 1-0 Liechtenstein, og tá Pólland og England samstundis spældu javnt, var luttøkan hjá Svøríki í endaspælinum tryggjað.
Enska landsliðið hevur havt tað sera trupult í hesi undankappingini. Úrslitini hava als ikki staðið mát við tað, sum verður væntað av teimum, og heldur ikki mikukvøldið kláraði liðið hjá Kevin Keegan at liva upp til vónirnar í móðurlandinum hjá fótbóltsspælinum.
Nú má England líta á, at Svøríki vinnur seinasta dystin í bólkinum móti Póllandi.
Tá England ikki vinnur, verður dúgliga kjakast um, hví tað er so, og hvat er galið. Niðurstøðan í onkrum fjølmiðlum er, at enska landsliðið ikki er nóg gott í løtuni, og at tað ikki ber til at tosa um væntandi hepni. Liðið hjá Terry Venables toppaði í EM-endaspælinum í 1996, men síðani tá hevur enska landsliðið ikki klárað at avrika nakað, sum bara minnir um tey úrslitini og tað spælið.
Framvegis halda bretar sjálvir, at teir hava heimsins mest undirhaldandi landskapping, men teir staðfesta eisini, at teir mongu útlendingarnir eru við til at styrkja um kappingina.
Danmark fekk
dagsins úrslit
Danski landsliðsvenjarin Bo Johansson var ein glaður maður mikukvøldið, og danir vanknaðu hósmorgunin í sonnum fótbóltsrúsi. Orsøkin var, at teirra landslið enn einaferð hevði skapt eitt óvænað úrslit; hesaferð í Italia.
Danmark skuldi vinna, um teir skuldu gera sær vónir um at sleppa víðari, men í regininum í Napoli vóru umstøðurnar truplar. Ikki minst eftir at italiumenn løgdu seg fram um 2-0. Men so fór danska fótbóltsmaskinan í gongd. Áðrenn hálvleik fingu teir brotsspark, sum Martin Jørgensen setti í netið. Og í seinna hálvleiki spældi danska liðið ein frálíkan dyst, har tað tvær ferðir eydnaðist at fáa mál.
Fyrst var tað innskifti (og seinni útvísti) Morten Vieghorst, sum skoraði, og annan dystin á rað gjørdi Jon Dahl Thomassen sigursmálið fyri danir. Móti endanum hevði Peter Schmeichel, sum hevði sín part av skuldini fyri næsta italska málið, eina stóra bjarging. Danir vunnu 3-2, og eftir dystin rósti italski venjarin, Dino Zoff, sum tapti fyri fyrstu ferð sum landsliðsvenjari, danska landsliðnum.
Danir eru nú á odda í bólkinum, men Italia hevur ein dyst eftir at spæla, og um teir fáa javnleik í Hvítaruslandi, vinna teir bólkin. Danir sleppa so í øllum førðum at spæla um eitt pláss í endaspælinum.
Allir bólkavinnararnir og tann besti tveyarin slepp í endaspælið, meðan hinir 8 tveyarnir skulu spæla um fýra pláss í endaspælinum.