Danir stríðast fyri útvarpsandaktini

Her heima var tógvið stríð, sum tó endaði við, at morgunandaktin hjá útvarpinum kom aftur á skránna. Nú hevur júst sama stríð tikið seg upp í Danmark. Orsøkin er, at radiostøðirnar P1 og P2 skulu leggjast saman, og harvið er vandi fyri, at morgunandaktin á P2 hvørvur.

Hesum vilja lurtararnir ikki finna seg í, og tí er nú skipað fyri eini innsavnan av undirskriftum á netinum. Higartil hava fleiri enn 1500 skrivað undir uppá kravið um, at varðveita andaktina um morgunin.

Fleiri kristnir felagsskapir eru gingnir saman, og fara nú í felags dialog við Danmarks Radio um at halda á við andaktini.

So er spurningurin bara, um tað fer at ganga sum í Føroyum, ella um andaktin verður endaliga avtikin.