Tað sá svart út hjá Noregi undan fyrsta dystardegi í millumumfarinum í HM í hondbólti, sum í hesum døgum er í Kroatia, og tað sá heilt ljóst út hjá Danmark. Eftir dagsins dystir sær tað ikki kolasvart út hjá Noregi, og tað sær avgjørt ikki so ljóst út hjá Danmark.
Noreg legði seinnapartin fyri við at vinna 29-27 á Makedonia. So endaði tað 35-35 millum Serbia og Týskland. Hesi úrslitini løgdu upp til, at Danmark við væntaða favorittsigrinum á Póllandi mest sum kundi tryggja sær pláss í hálvfinaluni.
Men danir dumpaðu so rudduliga. Teir vóru katastrofalt vánaligir í 1. hálvleiki, sum Pólland vann 20-12! Í 2. hálvleiki gekk betri hjá Danmark, sum kortini noyddist at leggja rygg til 32-28 tap. Harvið er tað framvegis púra opið, hvørji tvey fara víðari úr hesum bólkinum og í hálvfinalurnar. Undan tveimum teimum síðsta dystunum í millumumfarinum er støðan henda: Týskland 5, Danmark 4, Serbia 3, Noreg, Makedona og Pólland 2 stig.
Í morgin: Serbia-Pólland, Noreg-Týskland og Danmark-Makedonia. Týsdagin: Pólland-Noreg, Týskland-Danmark og Makedonia-Serbia.
Í hinum bólkinum bendir alt á, at Frakland og Kroatia fara at vinna hálvfinaluplássini. Úrslitini í dag: Ungarn-Kroatia 22-27, Frakland-Svøríki 28-21 og Slovakia-Suðurkorea 23-20.
Støðan: Frakland og Kroatia 6, Slovakia 3, Svøríki 2, Ungarn 1 og Suðurkorea 0 stig.
Í morgin: Suðurkorea-Frakland, Svøríki-Ungarn og Kroatia-Slovakia. Týsdagin: Ungarn-Suðurkorea, Slovakia-Svøríki og Frakland-Kroatia.