Danir spældu danskan tónleik

Í gjár helt danski tónleikaídnaðurin í samstarvi við Danmarks Radio Spil Dansk Dag, tiltakið, sum er tað fimta av sínum slag, verður hildið um heystið. Henda dag spælir Danmarks Radio einans danskan tónleik, og skipað verður fyri konsertum og tónleikatiltøkum kring alt landið.

Í ár vóru ikki færri enn 700 tónleikatiltøk, millum annað felagssangur á skúlum og í ymiskum felagskapum.  Sambært dr.dk høvdu ikki færri enn 68.000 bólkar, skúlar og felagskapir meldað seg til felagssangin, ið varð sendur á P2 og P4 í gjáramorgunin. Tað var Radio Underholdnings Orkestret
og DR Radiopigekoret, ið spældu og sungu fyri.
Orsøkin til Spil dansk dagen, er ein roynd at breiða kunnleikan um danskan tónleik í egnum landi.