Gjógv: Nú fleiri og fleiri ferðafólk koma til landið, skipað tær ymsu Kunningarstovurnar kring landið fyri gongutúrum og øðrum tiltøkum at bjóða teimum ferðandi.
Mikudagin var eitt lítið ferðalið uppi á Slættaratindi. Talan var um nakrar danir, sum vitja í Føroyum í hesum døgum.
? Tað var ein frálíkur túrur. Tað er fantastisk at síggja alla náttúruna, sigur Ruth Huas, sum var ein av teimum, sum var á Føroya hægsta fjalli.
? Eg haldi annars, at hetta er 15. ferðin eg vitji í Føroyum. Eg havi eisini verið á Slættaratindi fyrr, men tá var tað grátt og yvirskíggjað, og ikki so klárt sum í dag.
Ruth Huas, sum er prestur, sigur, at tað, sum er heilt serligt við Føroyum er náttúran, ljósið og fólkið.
? Og so eisini lundarnir, leggur Maja frá Sælandi flennandi afturat.
? Tað var yvirraskandi at síggja flatan uppi á sjálvum fjallinum. Har var so heitt og stilt, men tá tú komst eitt lítið sindur longur niður varð tað beinanvegin kaldari. Og so eisini útsýnið. Vit sóu heilt yvir til Vágarnar.
Tær báðar eru samdar um, at føroyska náttúran hevur ótrúliga nógvar møguleikar og upplivingar at bjóða fólki. Og eisini rósa tær ferðaleiðaranum, Petur Martin Petersen, sum visti væl at greiða teimum frá.
? Tá Petur Martin segði, at nú fer at verða eitt sindur gráari, varð eitt sindur gráari, og tá hann segði, at nú fór sólin at skína, lættu nøkur skýggj seg, og sólin kagaði fram, greiða tær báðar frá.
Annars hava tær verið undir Vestmannabjørgunum, í Mykinesi og aðrastaðni kring Føroyar. Í gjár lá leiðin til Havnar, har Maja als ikki hevði verið áðrenn. Um nakrar fáar dagar gongur leiðin aftur til Danmarkar, men báðar ynskja at koma aftur til Føroya at ferðast.