Danir skylda tí almenna 34 milliardir

Hóast tað aftur gongur tann rætta vegin við danska búskapinum, hava einstaklingar og virkir ilt við at rinda tað, sum tað almenna skal hava. Ein nýggj uppgerð vísir, at tann 1. apríl skyldaðu einstaklingar og fyritøkur tí almenna 34 milliardir krónur í írestandi skatti, løgreglubótum, meirvirðisgjaldi og barnapengum. Tað merkir, at í meðal skyldaði hvør dani tí almenna 6.100 krónur.

Fyri einum ári síðani átti tað almenna 28 milliardir krónur til góðar hjá fyritøkum og einstaklingum.

Ríkisgrannskoðararnir skriva í einari frágreiðing, at tað er ikki bara tann fíggjarliga kreppan, sum ger, at tað almenna hevur so ilt við at fáa sínar pengar. Sagt verður, at skattavdlið hevur ikki verið nóg dugnaligt at krevja pengarnar inn. Eitt nú er talið á teimum, sum fáa pantifútan á dyrnar, minkað nógv, samstundis sum skuldin til tað almenna veksur.