Síðani teir donsku politikararnir gjørdu av at leggja skattamyndugleikarnar saman, hevur tað gingið stak illa at fáa fatur á írestandi skatti og øðrum gjøldum til kommunurnar og tað almenna. Nýggj tøl frá skattamálaráðnum í Keypmannahavn vísa, at nú standa heilar 22 milliardir krónur úti í skatti og gjøldum, og at upphæddin bara veksur. Umframt skatt er talan um eitt nú gjøld fyri barnagarðspláss og bøtur, sigur DR.