Danir skulu taka støðu til evruna

Sambært TV2 ætlar danska stjórnin at hava tvær fólkaatkvøður um ES-viðurskifti í hesum valskeiðinum. Onnur verður um evruna TV2 sigur seg hava fingið upplýsingar um, at Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, ætlar at halda tvær fólkaatkvøður um ES-viðurskifti í hesum valskeiðinum.

Tann fyrra, sum verður um danska rættar- og verjufyrivarnið, verður í heyst, og tann seinna, sum verður um at seta evruna í gildi ístaðin fyri krónuna, verður seinni í valskeiðinum.

Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, váttar fyri TV2, at stjórnin hevur umhugsað hesar møguleikarnar. Hann vísir á, at hansara egni flokkur, Konservativi Fólkaflokkurin, nevndi í vetur møguleikan fyri at halda fólkaatkvøðu um rættar- og verjufyrivarnið og evruna í hesum valskeiðinum.