Danir skulu styrkja GÍ

GÍ, sum í seinasta minutti á evsta leikdegi longdi tilveruna í bestu deildini, hevur nú í hyggju at knýta tveir nýggjar útlendingar afturat hópinum.
Talan er um Zakehi Franck Bodjo og Hamed Hervé Touré. Zakehi er áleypari, meðan Hamed Hervé er miðvallari, og ætlandi verða teir tveir av týdningarmiklu brikkunum í royndini at førka gøtumenninar nakað upp aftur á stigatalvuni.
Á heimasíðu sínari staðfesta tey í GÍ tó, at talan í fyrstu syftu er um royndarvenjing hjá spælarunum, sum báðir eru fyrst í 20'unum. Seinni í januar verður so avgerð tikin um, hvørt spælararnir skulu knýtast at felagnum við sáttmála.