Tað er eingin ivi um, at dysturin í EM-hondbóltskappingini millum Danmark og Pólland seinnapartin verður sera spennandi, tí fyri bæði liðini hevur tað líka stóran týdning at vinna.
Sálarliga hava danir kanska eina lítla yvirvág, tí báðar teir seinastu dystirnar landanna millum hevur Danmark vunnið. Harafturat hava danir í hvussu er ein spælara, sum kennir polskan hondbólt væl. Tað er málverjin Marcus Cleverly (myndin), sum dagliga spælir í Póllandi og hevur polska landsliðsvenjaran til venjara. Marcus Cleverly hevur eisini eitt boð uppá, hvussu danir skulu basa póllendingum.
-Vit skulu serliga brúka okkara sterkasta vápn, sum er skjótálopið. Tað kann geva okkum nøkur løtt mál, tí póllendingarnir megna ikki at fylgja við, tá tað gongur so skjótt, sigur danski málverjin við TV2. Kortini væntar hann, at dysturin verður javnur, men at Danmark fer at vinna.
Dysturin millum Danmark og Pólland byrjar kl. 17.15 okkara tíð. Hin dysturin í bólki A er kl. 19.15 millum Serbia og Slovakia.
Tveir dystir eru eisini í bólkki B. Tann fyrri er millum Týskland og Svøríki, og tann seinni er millum Kekkia og Makedonia.