Meiri en helmingurin av danska fólkinum halda, at Danmark eigur at taka sínar hermenn heim úr Afghanistan. Ein kanning hjá Jyllands-Postinum vísir, at 53,3 prosent av teimum spurdu vilja hava hermenninar heim, meðan 40 prosent halda, at teir skulu halda fram har.
Í einari tilsvarandi kanning fyri seks mánaðum síðani svaraðu 48,7 prosent, at hermenninir skuldu verða verandi í Afghanistan, og 41 prosent vildu hava teir heim.
Søren Espersen, sum er uttanríkispolitiskur talsmaður hjá Danska Fólkaflokkinum, sigur, at tann veksandi mótstøðan ímóti donsku luttøkuni í Afghanistan kemur ikki óvart á seg. Hann vísir á, at fleiri danskir hermenn eru falnir har í seinastuni, og tað ávirkar støðuna hjá fólki.