Danir skulu ikki trýsta okkum til fría fosturtøku

Tað er heilt hol í høvdið at danskir politikarar bara finnast at okkum í spurninginum um fosturtøku, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður

– Hvat fosturtøku viðvíkur, hava vit í Føroyum meiri at vera stolt av enn vit hava at skammast yvir.

 

Tað heldur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður. Danska útvarpsstøðin, Radio24/7, hevur varpað ljós á fosturtøkulógina í Føroyum, og tað gongur sum ein reyður tráður ígjøgnum sendingina, at danskir politikarar eiga at leggja trýst á Føroyingar fyri at fáa okkum at seta fría fosturtøku í gildi.

 

Sjálvur hevur Sjúrður Skaale havt stóran áhuga fyri fosturtøkulógin í Føroyum og í september í fjør skipaði hann fyri almennum kjakfundi um spurningin. Tá vildi hann ikki avdúka, hvat hann sjálvur heldur, men nú váttar hann, at samanumtikið tekur hann undir við fríari fosturtøku.

 

– Næstan øll eru samd um, at vit skulu loyva fosturtøku í ávísum førum, Men tað er næstan ógjørligt at seta eitt mark, tí hvar skal tað vera, spyr hann.

 

Sjúrður Skaale heldur, at sjálvandi eru danskir politikarar vælkomnir at hava sína meining um fosturtøku í Føroyum. Og hann heldur, at tað er eisini hugsandi, at røddirnar úr Danmark ímóti fosturtøku í Føroyum, fara at harðna. Men hann heldur eisini, at vit skulu ikki trýstast til nakað úr Danmark, tí tá tað kemur til fosturtøku í Føroyum hava vit meira at vera stolt av enn at skammast yvir.

 

Hann vísir á, at hóast tað ber til at fáa fosturtøku í Føroyum, og hóast ber til hjá kvinnum at fara til Danmarkar at fáa fosturtøku, eru tað nógv færri fosturtøkur í Føroyum enn í hinum Norðurlondunum.

 

Men kortini eru tað bara Føroyar, danskir politikarar og fjølmiðlar finnast at. Tað vísir, at tey einans síggja hetta sum ein løgfrøðiligan spurning. Men taka vit alla myndina við, er tað næstan vitleyst, at atfinningarnar bara verða vendar  móti Føroyum, leggur hann afturat.

 

Sjúrður Skaale heldur nevniliga, at ein orsøk til, at tað eru so fáar fosturtøkur í Føroyum, hevur eisini nakað við sterka ábyrgdarkenslu og sterk virði at gera.

 

Hinvegin vísir hann á, at í næstum fara Føroyar at yvirtaka persóns- familju- og arvarættin, og í tí sambandi er tað sjálvsagt vit eisini fara undir at gera eina føroyska lóg. Men tað er heilt avgerandi, at vit fáa eitt alment orðaskifti í lag í Føroyum, áðrenn ein føroysk lóg kemur, so tað verða okkara føroysku virði, sum verða endurspeglað í lógini.

 

– Tey føroysku virðini kunnu danir hava sína meining um, men tað er altso ikki teirra meining, sum telur í tí føroyska kjakinum, sigur hann.

 

– Føroyar hava eina danska fosturtøkurlóg frá 1956, men sambært fleiri læknum verður hon ikki fylgd. Og tá ið eg verið spurdur um hetta sum fólkatingsmaður, kann eg ikki annað enn ásanna, at tað er tekin um eina dirvisleysa politiska skipan, sum sjálv máar støðið undan rættartrygdini hjá teimum hon skuldi vart.

 

– Løgtingið hevur ikki havt dirvið til at endurskoða lógina, hóast hon ikki verður fylgd, og hóast hon vísir til ein danskan stovn "Mødrehjæpen",  sum als ikki finst í Føroyum. Í staðin fyri at skipa viðurskiftini púra greitt eftir eini føroyskari lóg, hevur Løgtingið smoygt sær undan ábyrgdini, og hevur lagt hana á læknarnar.

 

– Tí skulu vit, helst í næsta valskeiði, hava eina nýggja nýggja, føroyska lóggávu á økinum. Tað verður ikki lætt. Tað er tað ongastaðni. Í øllum heimsins londum er hetta ein trupul spurningur, sigur Sjúrður Skaale.

 

Men hann heldur kortini, at hjá okkum er útgangsstøðið betri enn hjá teimum flestu, tí talið av fosturtøkum er so lágt.

 

Trýst HER og les meiri um sjónarmiðini hjá Sjúrði Skaale um fosturtøkuspurningin