- Vit mugu rokna við, at hendingin er bevíst, sigur danski hernaðargreinarin, Anders Puck Nielsen. Donsk F16 flogfør róku russiska flogfarið burtur úr donskum øki.

Danir skulu ikki kenna seg tryggar

Fríggjakvøldið var eitt russiskt hernaðarflogfar ein góðan kilometur inni í donskum øki á leiðini eystan fyri Bornholm.

- Vit mugu rokna við, at hendingin er bevíst, sigur danski hernaðargreinarin, Anders Puck Nielsen. Donsk F16 flogfør róku russiska flogfarið burtur úr donskum øki.

Fríggjakvøldið var eitt russiskt hernaðarflogfar í donskum loftrúmi. Flogfarið var ein góðan kilometur inni í donskum øki á leiðini eystan fyri Bornholm.

 

Tað veit danska Tv2 at siga.

 

Men, tað er ikki bara Danmark, sum verður argað av russiskum hernaðarflogførum í hesum døgum.

 

Svøríki hevur eisini havt russisk hernaðarflogfør í sínum loftrúmi.

 

Og hetta er hent meira enn ta einu ferðina seinastu vikurnar.

 

Danska verjan sigur á Tvitter, at donsk F16 flogfør vóru í uftini og vístu russiska flogfarinum burtur. 

 

- Vit mugu rokna við, at hendingin er bevíst. Hetta er nakað, russar hava gjørt frá tíð til aðra.

 

Tað sigur Anders Puck Nielsen, sum er hernaðargreinari við Verjuakademiið, við Tv2.

 

Hann heldur, at endamálið hjá russum er at senda eitt tekin um, at danir ikki skulu kenna seg tryggar.

 

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, skrivar á Tvitter, at russiska framferðin als ikki kann góðtakast.

 

- Tískil er russiski sendimaðurin í Danmark kallaður til samrøður mánadagin, sigur uttanríkisráðharrin.

 

##med2##

 

 

 

- Vit mugu rokna við, at hendingin er bevíst, sigur danski hernaðargreinarin, Anders Puck Nielsen. Donsk F16 flogfør róku russiska flogfarið burtur úr donskum øki.

Í morgin skal russiski sendimaðurin, Vladimir Barbin, standa skúlarætt í danska uttanríkisráðnum.