Danir skulu gjalda minni skatt

Í komandi valskeiðinum ætlar danska stjórnin at endurskoða skattaskipanina, og málið er, at danir skulu rinda minni skatt av teimum seinast forvunnu krónunum Tað er høvuðsmálið í samgonguskjalinum, sum Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, og Bendt Bendtsen, búskaparráðharri, almannakunngjørdu seinnapartin í dag.

Forsætisráðharrin gjørdi greitt, at skattasteðgurin verður ikki tikin av. Tvørturímóti skal hann eisini galda, eftir at skattaskipanin er endurskoðað. Anders Fogh Rasmussen segði, at skuldi tað hent, at endurskoðanin ger tað neyðugt at hækka skattin onkunstaðni, skulu pengarnir brúkast til at lækka hann onkra aðrastaðni.

Í hesum viðfangi nevndi hann eisini, at tað kann koma upp á tal at broyta skipanina við meirvirðisgjaldi, soleiðis at sunnar matvørur skulu hava minni meirvirðisgjald enn aðrar vørur.

Teir báðir oddamenninir í donsku stjórnini halda, at innihaldið í samgonguskjalinum er soleiðis háttað, at andstøðan eigur at kunna taka undir við einum parti av tí.