Samansetingin av reyða blokkinum fer at skapa trupulleikar hjá nýggja danska forsætisráðharranum, Helle Thorning-Schmidt.
Sambært professaranum í statsvísund, Tim Knudsen verður ikki long tíð, til danir - og hervið føroyingar - skulu aftur til valborðini.
Tað er eitt langt lop millum flokkarnar á vinstraveinginum. Teir komandi dagarnir verða tí avgerandi fyri, hvussu væl Helle megnar at samansjóða hesar flokkarnar.
- Tað verða truplar samráðingar um at skipa stjórn, har teir Radikalu hava møguleika at leggja stórt trýst á Socialdemokratarnar og SF. Men um samráðingarnar føra til, at teir Radikalu heldur vilja standa uttanfyri og ikki vilja í stjórn, so verður tað ein veik stjórn, vísir hann á.
- Tað verður spennandi at fylgja samráðingunum. Og tað er ikki óhugsandi, at tað kann taka sína tíð áðrenn ein stjórn er uppá pláss.