Nógvir danir fáa sær annað eftirnavn. Summi fáa sær eftirnavnið hjá sambúgvanum, meðan onnur gera sær nýtt eftirnavn Fyrti tveimum árum síðani bleiv danska navnalógin liberaliserað, og síðani hava meiri enn 215.000 danir skift eftirnavn.
Danir fingu ta fyrstu navnalógina í 1904, og Kristeligt Dagblad skrivar, at tað vóru ikki serliga mong, sum skiftu eftirnavn tey næstu 100 árini. Men tey seinastu árini hava meiri enn 100.000 fólk fingið sær annað eftirnavn um árið.
Michael Lerche Nielsen, navnagranskari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, sigur við Kristeligt Dagblad, at gongdin er glerðilig, tí í ymsum viðurskiftum hevur tað verið óheppið, at alt ov mong hava sama navn.