Danir skammast

Enn er ikki greitt, hvør revsingin verður, eftir at EIN áskoðari oyðilegði positivu myndina, sum donsku áskoðararnir hava teknað seinastu fjórðings øldina

Fótbóltur

 

Miðlarnir ivaðust kanska, hvør var størra klovnin. Christian Poulsen, sum gav svimum brotsspark og fekk sær sjálvum reytt kort, ella áskoðarin, sum legðist eftir dómaranum.

Úrslitið var tó púrasta greitt. Hendingin tveir minuttir fyri leiklok fullkomuliga oyðilegði eitt fantastiskt fótbóltskvøld í Parkini, har danir vórðu píndir gjøgnum alt kensluregistari.

Dysturin var ikki meira enn hálvan tíma gamal, tá sviar høvdu skotið seg upp á 3-0, og ein fullkomin eyðmýking tóktist liggja fyri framman hjá dønum.

Dysturin var tó langt ífrá liðugur, tí við málum frá Aggen, Tomasson og Leon Andreasen fekk Danmark strítt seg upp á javnt. Tomasson hevði enntá møguleika at leggja vertirnar á odda, áðrenn alt endaði í ruðuleika.

Fyrst misti Christian Poulsen fullkomuliga høvdið, tá hann langaði nevan í búkin á mótstpælara. Dómarin sá einki, men tað gjørdi linjuverjin, og sum rætt var, so gjørdi hann vart við hetta. Reytt kort til Poulsen og brotsspark til sviar var rættvísi dómurin. Ein av áskoðarunum sá tó lítið rættvísi í hesum. Uttan at nakar varnaðist smoygdi hann sær inn á vøllin, og var tað ikki fyri Michael Gravgaard, hevði dómarin fingið ein ordiligan frammaná.

Dysturin varð avbrotin, og nú er tað upp til UEFA at gera av, hvør revsingin til danir skal verða. Lítil ivi tykist vera um, at danir verða dømdir at tapa dystin, og so er spurningurin, hvørt talan eisini verður um aðra revsing. Og hvussu hørð hendan verður.

Beint eftir dystin kom Christian Poulsen við eini umbering til donsku tjóðina fyri sín atburð á vøllinum, og illi áskoðarin hevur eisini verið frammi við síni umbering. Men tær tykist nú kortini ikki heilt so nógv verdar í Danmark í hesum døgum.

 

Ísland heilkiksaði

Fleiri aðrir dystir vórðu spældir kring Europa leygardagin. Við føroyskum eygum er helst serliga áhugavert, at grannar okkara úr Íslandi heilkiksaðu, tá teir á heimavølli bert megnaðu 1-1 javnleik móti Liktenstein. Og tað smakkar helst illa hjá Íslendingum, at teir sum so ikki høvdu uppiborið betri.

Finnland tapti á heimavølli 2-0 fyri Serbia, og normenn vunnu tryggan 4-0 sigur á Malta. Í okkara bólki vann Litava á heimavølli 1-0 móti Georgia, samstundis sum Frakland vann 2-0 á heimavølli móti Ukraina.

Mikukvøldið spælir Italia í Litava, meðan Frakland hevur heimavøll móti Georgia.