Danir sinnaðir at arbeiða meiri

Í Danmark er ein meiriluti av fólkinum til reiðar at arbeiða ein ella tveir tímar meiri um vikuna, um tað kann forða fyri fleiri sparingum innan eitt nú sjúkrahúsverkið, skúlaverkið og eldrarøktina. Tað sæst í einari meiningakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri danska kringvarpið.

Í kanningini siga 52 prosent av teimum spurdu ja til at arbeiða tveir tímar meiri um vikuna, 39 prosent siga nei, og níggju prosent vita ikki.

Eygleiðarar siga, at kanningarúrslitið man ljóða væl í oyrunum hjá stjórnini, sum um stutta tíð skal tingast við fakfeløgini um at økja arbeiðstíðina.

-Skulu vit hava ráð til góðar skúlar, góð sjúkraús og eina góða eldrarøkt, noyðast vit fyrst at fáa tamarhald á arbeiðsloysinum, og síðani skulu øll lyfta í felag við at arbeiða eitt sindur meiri, sigur Magnus Heunicke, sum er politiskur framsøgumaður hjá sosialdemokratunum, við DR.