Danir seta 626 milliónir av til Føroya

Í uppskoti sínum til fíggjarlóg fyri 2002 skjýtur danski fíggjarmálaráðharrin upp, at danir skerja blokkstuðulin til Føroya í 2002 við 356 milliónum krónum, eins og føroyingar ynskja


 

 

Týsdagin legði danski fíggjarmálaráðharrin, Pia Gjellerup, fram uppskotið til donsku fíggjarlógina fyri 2002.

 

Í uppskoti hennara er heildarveitingin til Føroya sett til at vera 626 milliónir krónur. Sostatt hevur danski fíggjarmálaráðharrin í fyrstu atløgu gingið føroyska ynskinum á møti, um at heildarveitingin skal lækkast við 356 milliónum krónum 1. januar komandi ár.

 

 

 

Ikki endaligt

 

Í danska fíggjarlógaruppskotinum verður greitt frá, at avtalan um blokkstuðulin fyri 1999 til 2001 gongur út í ár, og at landsstýrið í brævi til forsætisráðharran 8. juni 2001 hevur skotið upp, at stjórnin og landsstýrið avtala, at blokkstuðulin úr Danmark til Føroya verðu ásettur at vera 626 milliónir fyri 2002.

 

Fíggjarlógaruppskotið greiðir frá, at uppskot landsstýrissins, sum merkir niðurskurð í blokkinum á 356 milliónir, er bygt yvirtøkurnar 1. januar 2002 av skúlaverkinum og almannamálum. Og út frá hesum hevur danska fíggjarmálastýrið ásett blokkstuðulin fyri komandi ár.

 

Men í danska fíggjarlógaruppskotinum verður eisini gjørt greitt, at endaliga upphæddin á blokkinum fyri 2002 verður ásett, tá nærri greiða er fingin á stuðulinum frá statinum til tey øki, sum heimastýrið ynskir yvirtaka.

 

Í mettu útreiðslunum á donsku fíggjarlógini komandi árini er blokkstuðulin settur at verða verandi 626 milliónir krónur fram til 2005, hóast blokkstuðulssamráðingar standa fyri framman, og hóast landsstýrið hevur meldað út, at tað ynskir blokkin skerdan komandi árini.