Danir sótu eftir við svartaper

Frakland vann stríðið um bronsukrónurnar í EM endaspælinum í hondbólti

Tað var tann tíð, tá ið tað plagdi at verða sagt, at Danmark var tann ævigi fýrarin í endaspølum í hondbólti.

Tað hevur ikki verið so nógv av hesum síðani Danmark í 2002 tryggjaði sær fyrstu bronsukrónurnar í EM kappingini.

Í dag var talan tó um endurtøku frá gomlu tíðini. Olympisku meistararnir úr Danmark og heimsmeistararnir úr Fraklandi spældu um at vinna triðja plássið og bronsukrónurnar í EM, og tað endaði við, at Frakland vann 32-29 eftir 17-14 í hálvleikinum.

 

Danir løgdu bragdliga fyri, men eftir at besti spælarin hjá teimum, Rasmus Lauge, varð útvístur í fýra minuttir, fór tað av álvara at halta. Frakland legði seg framum við trimum og fýra málum. Hóast danir royndu og royndu, so kendist tað sum um, at tað fór ikki at eydnaðast teimum av álvara at fáa spenning í aftur.

Tað gjørdi tað kortini, tá ið franska stjørnan Nikola Karabatic eina løtu sat uttanfyri og rindaði møðina.

Tá minkaði munurin niður í tvey mál, og danir høvdu risa møguleika at minka uppaftur meiri um munin. Púra óskiljandi fyri danir og ivaleyst tey flestu tóku ikki serliga hepnu rumensku dómararnir henda møguleikan frá teimum, og so staðfesti Frakland sigurin.

Ein av stóru mununum á liðunum var, at meðan fronsku málverjarnir ofta bjargaðu, so stóð nógv verri til hjá donsku málverjunum, sum ikki hava verið serliga eyðsýndir í EM endaspælinum.

Enn einaferð var stóri málskjúttin hjá dønum høgri vongurin Hans Lindberg, sum skoraði  tólv mál.

Toppskjútti hjá Fraklandi var Nikola Karabatic, sum skoraði níggju mál.

 

Svøríki og Spania spæla finalu klokkan 19.30.