Tað eru ikki bara føroyingar, sum nú fara at rudda upp eftir sær í Grønlandi.
Í nógv ár hava grønlendska og danska stjórnin verið ósamdar í, hvør skuldi taka upp í teim mongu hernaðarstøðunum, ið amerikumenn hava latið eftir seg í Grønlandi. Hernaðarstøðirnar blivu gjørdar við loyvi frá dønum.
Kim Kielsen, landstýrisformaður í Grønlandi, segði áðrenn stjórnarfundin á Christiansø, at hann fór at biða Danmark um at rudda upp í Grønlandi.
Nú hava Lars Løkke Rasmussen og Kim Kielsen undirskrivað eitt ætlanarskriv, ið inniber, at stjórnin setur 30 milliónir av í fimm ár, tað vil siga 150 milliónir, ið skulu brúkast at rudda gomlu hernaðarstøðirnar upp.










