Teir donsku veljararnir eru alt annað enn nøgdir við tað, sum Lene Espersen hevur avrikað, síðani hon bleiv uttanríkisráðharri. Í einari kanning, sum TV2 og Politiken hava latið gera, siga 55 prosent av teimum spurdu, at hon hevur staðið seg ?illa? ella ?sera illa?. Bara 16 prosent siga, at hon hevur staðið seg ?væl? ella ?sera væl?. 25 prosent hava onga støðu til spurningin.
Kanningin vísir, at av teimum konservativu veljarunum halda 37 prosent, at teirra floksformaður hevur staðið seg illa sum uttanríkisráðharri.
Bæði politikarar og fjølmiðlar hava funnist at avgerðini hjá Lene Espersen at fara í páskafrí suðureftir heldur enn at fara á fund við eitt nú Hillary Clinton og Sergej Lavrov um viðurskiftini í póløkinum.