Danir positivir um eitt størri ES

Tá ið eystursjóvarlondini eru vorðin limir í ES, verður umsitingin av Eystursjónum ein samráðingarspurningur millum ES og Rusland

Danmark
DFE í Danmark, sum er Dansk Fiskeindustri-og Eksportforening, heldur tað vera positivt, um ES-samveldið verður økt við tíggju londum í Eystur-og Miðevropu.
- Hetta fer at tæna donsku fiskivinnuni, heldur DFE.
Við eini víðkan av ES, sær danska fiskivinnan møguleikarnar við øktum
marknaðum, tá ið tollmúrarnir, sum eru galdandi í dag, verða burtur.
 Formaðurin í DFE, Peder Hyldtoft, sigur, at danir ikki minst hugsa um at fáa ein part av tí marknaði, sum Noreg hevur í Pólandi.

Økt kapping
 
Vansin við einum øktum ES, heldur Peder vera, at danska fiskivinnan verður noydd at taka upp kappingina við nýggju limalondini, serliga Póland.
 Hinvegin halda danir eisini, at umsitingin av fiskiríkidøminum í eitt nú Eystursjónum verður greiðari, tá ið bæði Pólandi, Estland, Litavia og Latvia gerast limir í ES, har Danmark, Svøríki og Finland longu eru limir frammanundan.
 Tá ið hesi londini eru vorðin limir í ES, verður umsitingin av Eystursjónum ein samráðingarspurningur millum ES og Rusland.