Tí var tað ikki rætt, sum in.fo skrivar í morgun, at Andrers Lund Madsen ikki sleppur at keypa hús í Føroyum. Tí hann er dani, og tí hevur hann somu rættindi sum føroyingar í Føroyum. Danir eru ikki at rokna sum útlendingar í Føroyum. Danskir ríkisborgarar og skyldur í sáttmálum §10, stk. 2, 2. pkt. í heimastýrislógini ásetur, at tað í lóggávu ella umsiting ikki kann verða gjørdur munur á føroyingum og øðrum donskum ríkisborgarum.
– Sum føroyingur verður roknaður hann, ið hevur danskan ríkisborgararætt og er heimahoyrandi í Føroyum. § 10, stk. 2, 2. pkt. ikki forðar fyri, at tað í føroyskari løgtingslóg verður ásett sum krav, at ein persónur hevur bústað í Føroyum fyri at fáa onkran ávísan ágóða, skrivar Løgmansskrivstovan í viðmerkingum til uppskotið.
Og Løgmansskrivstovan skrivar víðari:
– Hetta m.a. tí, at tað stendur einhvørjum donskum ríkisborgara frítt fyri at búseta seg í Føroyum. Sjálvt um ein treyt um at hava búð í Føroyum í samanlagt 5 ár ikki skilir ímillum persónar grundað á ríkisborgararætt, er ein slík treyt lættari at lúka hjá føroyingum enn hjá danskarum.
– Tí verður mett, at tað ikki er í samsvari við heimastýrislógina at seta slíkt krav mótvegis donskum ríkisborgarum, sum ikki hava búð í Føroyum, sigur Løgmansskrivstovan, sum vísir til dóm frá Eystara Landsrætti U1983.986Ø um tulkingina av § 10, stk. 2, 2. pkt. í heimstýrislógini.
– Av hesi orsøk verður lagt upp til, at fyri danskar ríkisborgarar verður bústaður í øðrum parti av ríkinum taldur við í kravið um bústað í Føroyum í samanlagt 5 ár. Sum nevnt í almennu viðmerkingunum omanfyri pkt. 1.2.1. um galdandi reglur í Danmark, verður bústaður – ella heimstaður fyri feløg o.a. – í Føroyum ella Grønlandi javnsettur við bústað ella heimstað í Danmark.
– Føroyingar kunnu sostatt keypa fastogn í Danmark á jøvnum føti við danskarar. Skipanin, sum lagt verður upp til tryggjar sostatt eins sínamillum atgongd fyri ríkisborgarar. Tað kunnu harumframt vera skyldur í sáttmálum, sum Føroyar gera við onnur lond, sum hava við sær, at Føroyar binda seg til ikki at áseta øðrvísi treytir fyri útlendingar enn fyri føroyingar. Tí er lagt upp til, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at ávísir persónar og feløg ikki skulu søkja um loyvi, hóast treytirnar fyri at keypa fastogn ikki eru loknar.
Í løtuni er Hoyvíkssáttmálin einasti sáttmáli, sum hevur slíkar skyldur fyri Føroyar. Sáttmálin tryggjar føroyingum møguleika at keypa t.d. fastogn í Íslandi á jøvnum føti við íslendingar, skrivar Løgmansskrivstovan.
Tað vil við øðrum orðum siga, at »útlendingar«, tá tað snýr seg um keyp av fastogn í Føroyum eru at rokna sum fólk, sum ikki eru føroyingar, danir, grønlendingar og íslendingar.