Eftir eina rættiliga trilvandi byrjan eru teir donsku honsbóltsmenninir av álvara komnir inn í hálvfinaludystin ímóti Spania, og nú hálvleikur er, er Danmark á odda 12-10.
Tað vóru annars spaniumenninir, sum komu betur frá byrja, og teir vóru á odda bæði 6-3 og 7-4. Men so fingu danir spælið at ganga, og frá 20. til 30. minutt fóru teir frá 9-10 til 12-10.
Tað skal tó sigast, at hesa løtuna vóru teir sponsku skjúttarnir sera skeivraknir, og harafturat fingu spaniumenn tvær útvúsingar hesar 10 minuttirnar.