Danir nerta ikki undirgrundina

Undirgrundaravtalan verður hildin. Føroyingar eiga alla oljuna í undirgrundini, eins og inntøkurnar av henni. Hetta staðfesti danski forsætisráðharrin eftir samráð í Fólkatinginum í gjár

 

Undirgrundaravtalan er klokkugreið. Hon er í fullum samsvar við heimastýrisskipanina og donsku grundlógina.

Hetta vóru greiðu boðini frá danska forsætisráðharranum, Poul Nyrup Rasmussen, eftir samráð við ávikavist Føroyanevndina og Politisktu ? Búskaparligu nevndina hjá danska Fólkatinginum fyrrapartin í gjár.

Poul Nyrup Rasmussen staðfestir kortini, at yvirvaldsrætturin yvir undirgrundini er felags innan fyri ríkið. Men møgulig olja í undirgrundini er ogn hjá føroyingum.

Hóast danski forsætisráðharrin kanska ikki heldur, at talan er um eina serliga góða avtalu, sæð við donskum eygum, so hevur stjórnin als ongar ætlanir um at taka avtaluna upp til nýggjar samráðingar. Og stjórnin hevur greiðan meiriluta aftan fyri seg fyri hesi støðu.

Eisini formaðurin í danska Vinstraflokkinum, Anders Fogh Rasmussen, sum stendur til at gerast næsti forsætisráðharrin í Danmark, ætlar sær at virða undirgrundaravtaluna.

? Har er einki at koma eftir, segði Anders Fogh Rasmussen, tá hann kom út frá samráðnum.

Anders Fogh Rasmussen segði eisini, at tey flestu mugu viðganga, at tað er sjálvsagt, at oljan í føroysku undirgrundini er ogn Føroya fólks. Anders Fogh Rasmussen heldur ikki, at danska stjórnin kann fara inn og pilka við avtaluna, nú meira enn 8 ár eftir, at hon varð undirskrivað.

? Danmark kann ikki fara og føra seg fram sum ein gomul kolonimagt, segði Anders Fogh Rasmussen.

Hóast samráðið í dag og niðurstøðurnar eftir samráðið, so er ikki vist, at málið um undirgrundina er avgreitt frá Fólkatingsins síðu. Peter Skaarup frá danska Fólkaflokkinum er framvegis ikki nøgdur. Tað er hann, sum hevur verið ein tann mest atfinningarsami móti undirgrundaravtaluni.

? Nú haldi eg, at Nyrup skal manna seg upp og krevja, at undirgrundaravtalan verður tikin upp til samráðingar av nýggjum, segði Peter Skaarup. Hann heldur ikki, at talan er um eina góða avtalu, og segði, at Nyrup hevði givið ábendingar um tað sama í samráðnum.

Poul Nyrup Ramussen vil ikki svara, tá hann verður spurdur beinleiðis, um hann heldur avtaluna vera góða. Men hann staðfestir bert, at avtalan er gjørd, og tað ætlar hann ikki at pilka við.

Politiskt ? Búskaparliga nevndin hjá Fólkatinginum fer komandi tíðina at viðgera málið um undirgrundina og tey meira enn 2.000 skjølini í málinum nærri. Ikki er óhugsandi, at tað eisini verður ein almenn hoyring, har fyrrverandi forsætisráðharrin, Poul Schlüter, fer at greiða frá.