Danir mugu vinna

Eftir miseydnaða EM-endaspælið, er einki uttan ein sannførandi sigur nóg gott hjá danska landsliðnum í dag

Danir hava einki at vinna, alt at tapa, tá teir í dag fara at takast við føroyska fótbóltslandsliðið á Tórsvølli.

Nýggja venjaraparið, Morten Olsen og Michael Laudrup, standa fyri fyrstu ferð á odda fyri danska landsliðnum, og teir taka dystin í dag í stórum álvara.

? Vit hava virðing fyri føroyingunum, tí teir hava tikið seg nógv fram, síðani vit spældu ímóti teimum fyri 10 árum síðani. Í dag eru tað einir lættir dystir í landsliðsfótbólti, sigur Michael Laudrup, fyrrverandi stórspælarin á danska landsliðnum.

Morten Olsen sigur, at hann altíð fer at spæla við trimum álopsspælarum á danska landsliðnum, men hann kennir seg ikki vísan í, um hann fer at spæla við trimum ella fýra monnum í verjuni. Tað kemur venjingin at vísa.

? Vit fara at spæla økonomiskan fótbólt, tað vil siga, at vit skulu royna at hava bóltin nógv, tí tað er minst troyttandi hjá spælarunum, sigur nýggi landsliðsvenjarin, sum hevði sína fyrstu venjing við danska landsliðnum mánakvøldið.

Í gjár vandi danska landsliðið aftur á Tórsvølli, men tað var tað fyri afturlætnum hurðum.


Spælararnir skulu vísa nakað

Tá nýggir landsliðsvenjarar taka við, eru tað ikki bara spælarar og viðhaldsfólk, sum eru spent uppá, hvat fer at henda.

Eisini spælararnir fylgja væl við.

? Tá nýggir landsliðsvenjarar verða settir, kanst tú rokna við nøkrum broytingum, og tí fylgja spælararnir við, hvørjir spælarar eru upp á tal og hvat landsliðsvenjararnir ætla. Og tað sæst eisini á tí fyrstu úttøkuni, at nakrar broytingar eru gjørdar, sigur Allan Nielsen, sum er ein av teimum, sum hevur drúgvar royndir á danska landsliðnum.

? Eg rokni við, at nýggju venjararnir fara at halda fast um,at danska landsliðið skal spæla positivan álopsfótbólt, sigur hann.

Verjuspælarin, René Henriksen, roknar við, at spælararnir fara at fáa leysari teymar til at spæla bólt í framtíðini.

? Munurin millum Morten Olsen og Bo Johansson er helst, at Morten Olsen er meira smidligur og fer at loyva spælarunum at spæla meira frítt, sigur verjuskansin, sum fær týðandi leiklut á landsliðnum hjá nýggju venjarunum.