Danir mugu skerja tær almennu útreiðslurnar

Danska stjórnin skalt finna sparingar fyri nógvar milliardir krónur tey næstu árini, og tað fer at ávirka vælferðina hjá dønum

Fyri at lúka krøvini hjá ES um hallið í tí almenna húsarhaldinum noyðist tann danska stjórnin at spara nógvar milliardir krónur tey næstu árini, og tað fer at síggjast aftur í teimum almennu vælferðartænastunum.
Á tíðindafundi í gjár segði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, at stjórnin er í ferð við at kanna ta búskaparligu støðuna út í æsir, og at innan fyri tvær vikur fer stjórnin at kunna ES um støðuna, og hvussu stjórnin ætlar at fáa viðurskiftini aftur á beint.
Berlingske Tidende skrivar í dag, at frágreiðingin, sum stjórnin fer at leggja fram, verður herskin kostur. Skal Danmark lúka kravið frá ES um, at hallið á fíggjarlógini skal ikki fara upp um trý prosent av bruttotjóðarframleiðsluni, má ríkiskassin spara umleið 25 milliardir krónur í árunum frá 2011 til 2013, skrivar blaðið. Sambært keldunum hjá blaðnum er ætlanin at býta sparingarnar millum fleiri øki.

Ikki fatað støðuna
Fíggjarmálaráðharrin, Claus Hjort Frederiksen, vil ikki gera nakra viðmerking til tíðindini:
-Eg leggi ikki í at kjakast um tølini, men tað er greitt, at danir eiga at fyrireika seg til, at tað verða ikki fleiri pengar at brúka næsta ár, sigur hann.
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, vil heldur ikki siga nakað um tær komandi sparingarnar, men í samrøðu við DR í gjárkvøldið segði hann, at stjórnin ætlar sær ikki at víkja frá skattasteðginum.
Fíggjarmálaráðharrin heldur ikki, at danir hava rættiliga gjørt sær greitt, hvussu álvarssom kreppon er.
-Nei, eg haldi ikki, at teir hava fatað tað rættiliga. Men við kreppuni kemur ein rokning, sum skal gjaldast, sigur Claus Hjort Frederiksen við Berlingaran.