Danir mist álitið á Lars Løkke

Bara sætti hvør veljari í Danmark hevur álit á Lars Løkke Rasmussen, og flokkur hansara, Vinstri, missir nógvar veljarar.

Tey seinastu 13 árini hevur Vinstri verið størsti flokkur í Danmark, og formaðurin, Lars Løkke Rasmussen, hevur leingi verið tann best umtókti politikarin í Danmark.

 

Men nú er vent í holuni.

 

Ein spildurnýggj meiningakanning vísti í gjárkvøldið, at hevði fólkatingsval verið nú, hevði Vinstri fingið 19,3 prosent av atkvøðunum. Tað ger flokkin til tann triðstørsta, tí sambært somu kanning høvdu Sosialdemokratarnir og Danski Fólkaflokkurin fingið ávikavist 22,9 og 21,3 prosent, var fólkatingsval nú.

 

Er hetta lítið hugaligur lesnaður hjá Vinstra-leiðsluni, batnar hýrurin neyvan av einari aðrari kanning, sum vísir, at danir hava fullkomiliga mist álitið á floksformanninum. Í kanningini hevur Megafon spurt veljararnar, hvør av teimum báðum, Lars Løkke Rasmussen ella Helle Thorning-Schmidt, hevur størri trúvirði. Svarið er sera greitt. 49 prosent vísa á forsætisráðharran, meðan 17 prosent vísa á andstøðuleiðaran.

 

Fyrst í næstu viku verður leiðslufundur í Vinstra, og politiskir eygleiðarar bíða spentir eftir úrslitinum av fundinum.