Danir missa arbeiðspláss av landinum

Danskar fyritøkur útvega tíggju ferðir fleiri arbeiðspláss uttanlands enn í sjálvum Danmark. Tað stendur at lesa í einari nýggjari frágreiðing, sum TV2 hevur fingið fatur á.

Brian Mikkelsen, búskapar- og vinnumálaráðharri, sigur frágreiðingina vera ørkymlandi. Ráðharrin sigur, at kann Danmark ikki varðveita ídnaðarvirksemið innanlands, fer tað at kosta 300.000 arbeiðspláss og ein stóran part av útflutninginum. Í veruleikanum snýr tað um fíggingina til vælferðarsamfelagið, sigur Brian Mikkelsen við TV2.

Tann nýggja frágreiðingin sigur, at danskar fyritøkur leggja høvuðsdentin á lágt lønarlag og lágar rakstrarútreiðslur, tá tær byggja út. At fáa arbeiðsmegi við tí neyðuga førleikanum hevur ikki so stóran týdning.