Altsamt færri danir siga seg vera nøgdar við forsætisráðharran og avrik hansara Fyri nøkrum fáum mánaðum síðani søgdu 55 prosent av teimum donsku veljarunum, at teir vóru væl nøgdir við Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra og avrik hansara. Nú eru tað bara 45 prosent, sum hava ta hugsanina.
Samstundis hevur forsætisráðharrin mist sítt trúvirði, tá tað snýr sum um búskaparpolitikkin og útlendingapolitikkin, skrivar Børsen, sum hevur kannað viðurskiftini.
Politiski viðmerkjarin Hans Engell sigur, at kanningarúrslitið er ein ávaring til Fogh.