Danir ímóti fremmandari arbeiðsmegi

Ein meiriluti av danska fólkinum eru ímóti at at fáa faklærda arbeiðsmegi úr útlondum til Danmarkar Danska stjórnin ætlar at fáa faklærda arbeiðsmegi úr útlondum fyri at nøkta tørvin, men hesum er ein meiriluti av danska fólkinum ímóti.

Ein kanning, sum vikublaðið á LO hevur latið gera, vísir, at bara 21 prosent halda hugskotið hjá stjórnini vera gott. Hinvegin halda 84 prosent, at stjórnin heldur eigur at virka fyri at fáa innflytararnar, sum longu eru í Danmark, út á arbeiðsmarknaðin.

Mehmet Necef, sum er lektari á Center for Mellemøststudier, sigur við danska kringvarpið, at tað er neyðugt at gera okkurt fyri at fáa innflytararnar til arbeiðis. Hann vísir á, at tað hevur óhepnar avleiðingar fyri tað yngra innflytaraættarliðið, at tey tilkomnu verða hildin uttanfyri.