Danskt framleiðslufelag er komið til Føroya at taka upp fyri Danmarks Radio, meðan føroysk talent sleppa at folda seg út í SMS Føroyingar hava møguleikan at sleppa við í sendirøðina Talent 2008, sum Danmarks Radio skipar fyri. I løtuni verður leitað eftir talentum í danska kongaríkinum, og seinni verða tey bestu vald út til at verða við í sjálvari sjónvarpsrøðini.
Danskt framleiðslufelag er nú komið til Føroya at taka upp, meðan føroyingar vísa sýna talent. Upptøkuroynd verður í SMS í Havn í dag frá klokkan 15.00.
- Vit gleða okkum at síggja, hvat spennandi føroyingar hava at vísa fram, sigur Bettina Andersen Dansk Underholdnings Produktion, sum stendur fyri tiltakinum í dag.
Fólk í øllum aldri, sum halda seg duga eitthvørt, kunnu bjóða seg fram til upptøkuroyndina í dag. Tað snýr seg ikki bert um at syngja ella dansa, men eisini alt annað, sum kann rigga sum undirhald.
Í gjár høvdu 30 einstaklingar ella bólkar tekna seg til upptøkuroyndina, men fleiri kunnu sleppa fram at. Tað ber til at melda seg til á heimasíðuni hjá SMS ella at møta upp til upptøkuroyndina og tekna seg til.