Vanliga er skattalætti søtur tónleikur í oyrunum hjá fólki, men nú vísir ein kanning í Danmark, at har fellur orðið ikki so væl í oyruni á fólki longur.
Í einari roynd at lætta trýstið á arbeiðsmarknaðin hevur stjórnin skotið upp, at fólk, sum arbeiða meiri, skulu sleppa lagaligari í skatti. Men eftir kanningini hjá Institut for Konjunkturanalyse hevur tilboðið frá politikarunum lítlan áhuga.
- 75 prosent av donsku arbeiðsmegini vilja ikki arbeiða meiri, sjálvt um tey fáa skattalætta, sigur Thomas Søby, sum hevur staðið fyri kanningini. Hann leggur afturat, at av teimum almennu starvsfólkunum siga heili 80 prosent nei takk til tilboðið um skattalætta aftur fyri meiri arbeiði, og áhugin er heldur ikki stórur millum teirra, sum arbeiða hálva tíð, sigur hann.
- Vandin fyri at gerast arbeiðsleysur er sera lítil. Arbeiðsloysið minkar støðugt, danski búskapurin virkar væl, og fólk hava sjáldan havt tað betur enn nú. Teimur tørvar ikki meiri, sigur Thomas Søby við danska útvarpið.