Alt fleiri danir leggja av at roykja, samstundis sum alt fleiri ungfólk velja roykingina frá, og tí hava tað ongantíð verið so fáir roykjarar í Danmark sum nú. Ein uppgerð, sum heilsustýrið, hjartafelagið, lungnafelagið og krabbameinsfelagið hava gjørt, vísir, at bara 16 prosent av teimum vaksnu í Danmark roykja dagliga, og at sjey prosent roykja av og á.
Tølini vísa eisini, at tað seinasta árið er talið á roykjarum í Danmark minkað næstan 20 prosent, og tað er næstan ov gott til at vera satt, sigur ein talsmaður fyri heilsustýrið við TV2.