Í kanningini, sum Sjúrður Skaale hevur latið gjørt um vitan dana til Føroyar og føroysk viðurskifti, verður eisini spurt um blokkstuðulin.
Heili 46% siga seg ikki vita, hvussu stórur danski blokkstuðulin til Føroya er, og bert 6% vita, at hann er undir eina milliard.
Tey flestu av teimum, ið halda seg vita, siga at stuðulin er umleið tvær milliardir (23%), meðan 17% siga, at blokkstuðulin liggur um fimm milliardir.
Og heili 8% halda seg vita, at danir bløða yvir 10 milliardir krónur til Føroya um árið.
Tað merkir, at útvið helmingurin av dønum hava eina skeiva fatan av blokkstuðlinum, meðan útvið ein helmingur ikki veit.