Danskir bilførarar hava ilt við at halda seg niðan fyri hámarksferðina. Hagtøl hjá løgregluni vísa, at 218.000 bilførarar komu í ferðfellurnar hjá løgregluni í fjør, og tað var smá átta prosent meiri enn í 2008.
Løgreglan dylur ikki fyri, at teir sjálvvirkandi ferðmátarnir hava verið viðvirkandi til tað stóra talið.
Men tað er ikki bara ferðin, sum ger, at danskir bilførarar enda í svørtubók. Rúsdrekkakoyring er ein frágreiðing, og so hava mong ilt við at lata fartelefonina liggja, tá tey koyra bil.
Samanlagt vórðu 460.000 danir skuldsettir fyri at hava brotið ferðslulógina í fjør.