Ráðstevna
Hjá summum er hann ein vinningur ? hjá øðrum ein plága. Soleiðis er við taskukrabbanum. Men tað er ikki bara taskukrabbin, sum er ein trupulleiki hjá bátum, sum veiða við gørnum. Í Norðurnoregi grenja garnamenn eisini um kongakrabban, og tá ið føroyingar byrjaðu at veiða havtasku og svartkalva við gørnum, fingu teir eisini krabba í gørnini.
Danin, Karsten Krog, segði á norðurlendsku ráðstevnuni um skeljar og skeljadýr, at danir higartil lítið og einki hava gjørt við taskukrabban, sum útróðrarmenn í Svøríki og Noregi fáa væl burtur úr í vertíðini.
Ein "plága"
- Vit hava ikki traditiónir at veiða taskukrabba í Danmark, men hinvegin gera vit nógv við garnaveiði ? og her er taskukrabbin ein stórur trupulleiki.
Karsten segði, at danskir garnamenn hava eina maskinu, sum knúsar krabban, meðan hann enn er í gørnunum.
- Stundum er so nógvur krabbi í gørnunum, at tað er ógjørligt at taka ein og ein krabba úr aftur gørnunum í heilum líki. Tí noyðast garnamenn ofta at knúsa krabban fyri at fáa gørnini útaftur.
Hann segði, at tað eru teir, sum taka krabbakjaftar og krabbabein við aftur til lands, og Karsten visti at siga, at danskir garnamenn soleiðis seldu eini 300 tons av krabbaklóm í fjør.
- Garnamenn vita ítøkiliga, hvar krabbi er, bæði á innaru leiðum og í Norðsjónum, segði Karsten.
Sovið í tímanum
Hann ivaðist ikki í, at her liggja ótroyttir møguleikar, men helt ikki, at danskir myndugleikar gera nógv fyri at stimbra uppundir nýggjar vinnur.
Og soleiðis hevur eisini verið við krabbanum.
Karsten helt, at danir her ? við atliti til sviar og norðmenn - "hava sovið í tímanum", sum hann tók til.
- Nú toskurin er so illa fyri í Norðsjónum, er tað sjálvsagt meira áhugavert við alternativum. Sum er, hevur einki virki á landi tikið ímóti krabba, men nú hevur eitt hálendskt felag gjørt íløgur í eitt virki, sum eisini ætlar at keypa krabba.
Áhugin økist
Karsten segði seg onga løtu ivast í, at so skjótt menn síggja, at peningur er at tjena, fer áhugin fyri eini danskari krabbavinnu eisini at økjast.
Hann nevndi onkrar smávegis royndir, sum danir hava gjørt at senda krabba livandi á útlendska marknaðin.
Sum skiltist á Karsteni Krog, er hugsandi, at danir í framtíðini fara at gera meira burtur úr krabbanum, tí lítil ivi er um, at her liggja ótroyttir møguleikar.