Danir keypa alsamt meira av lidnum døgurðarættum, sum liggja í fyrstarum í stóru handilsskálunum. Nyhedsavisen skrivar, at sølan av lidnum døgurðarættum er vaksin við 17 prosentum seinastu trý árini.
- Vit hava merkt framgongd seinnu árini, og alt bendir á, at vøksturin í søluni fer at halda fram, sigur Mette Færch, sum er leiðari hjá Tulip, ið er ein av fyritøkunum, sum framleiðir lidnar døgurðarættir.