Danir keypa aftur bil

Eftir minkandi sølu í longri tíð kunnu donsku bilasølurnar fegnast um, at nú eru fólk aftur farin at keypa bil.

Í februar keyptu danir 6.438 persónbilar, og tað var heili 29 prosent fleiri enn í februar í fjør, tá 5.006 nýggir bilar vórðu seldir. Felagið hjá bilasølunum sigur, at heldur gongdin sær, verða kanska einir 140.000 bilar seldir í ár, og fyribils eru tekin til, at nógvir danir fara at keypa bil í vár, sigur felagið.

Samstundis vísir tað seg, at nú keypa danir heldur smærri bilar enn fyrr, og 60 prosent av bilunum, sum vórðu seldir í februar, vóru tað, sum bilasølurnar kalla "smáir bilar".