Fyri fimm árum síðan vórðu seldir umleið 15 Ferrari um árið, meðan talið nú um 30 bilar.
Vit hava havt ein vøkstur upp á millum 10 og 20 prosent seinastu árini, siger Theis Gronemann, marknaðarstjóri hjá danska Ferrari importørinum, Formula Automobile, við tíðindastovuna Newspaq.
Bíligasti Ferrari F 430 kann keypast í Danmark fyri umleið fýra milliónir krónur, meðan tann dýrasti Ferrari 620 Scagilietti kostar yvir seks milliónir á donskum nummarplátum.
Hóast fíggjarliga afturgongd í Evropa roknar Formula Automobile við at selja umleið 30 nýggjar Ferrari í Danmark í 2009.
mg