Danir kenna ikki toppkandidatarnar

- Hvør er Dan Jørgensen, sum stillar upp til komandi ES-parlamentsvalið í Danmark 7. juni? Tað eru fleiri danir, sum ikki vita tað - og hann er ikki einasta valevnið, sum ikki er kendur

Tí hóast tær nógvu og fínu valplakatirnar á gøtunum, so eru nógvir veljarar, sum ikki kenna høvuðsvalevnini hjá eitt nú Javnaðarflokkinum, teimum Radikalu og Junirørsluni, vísir ein kanning, sum LO Ugebrev A4 hevur gjørt.

Tá tað snýr seg um høvuðsvalevnið hjá Javnaðarflokkinum, Dan Jørgensen, er tað ein triðingur, sum ikki hevur ánilsi fyri, hvør hann er.

Men hetta tekur hann púra róligt - eisini hóast 80% av veljarunum sigur seg kenna høvuðsvalevnið hjá Vinstra, Jens Rohde.

- Eg haldi, at fólk atkvøða eftir politikkinum, ikki um valevnini hava verið við í »Stjerne for en aften« ella hava verið stjóri á eini útvarpsstøð. So eg havi góðar vónir, sigur hann við DR Nyheder.

Men um tað at vera kendur skal hjálpa Dan Jørgeensen til eitt betri valúrslit 7. juni, so skal hann skunda sær at blíva kendur.

Men hann hevur kortini ongan hug at taka lut í undirhaldssendingum.

- Tað veldst sjálvandi um, hvat tað skuldi verið fyri eini sending. Eg kundi væl hugsað mær at verið við í Klovn, so um tey ringja, so sigi eg ja. Men fari altso ikki til hvat sum helst, sigur hann við Danmarks Radio.