Danir í iva um evruna

Danir hava ilt við at taka støðu til, um teir skulu fáa sær evruna til gjaldoyra, ella um teir skulu varðveita krónuna. Í einari spurnarkanning, sum Danske Bank hevur latið gera, svara 38,4 prosent, at tey høvdu heilt vist atkvøtt fyri evruni, um spurningurin kom til fólkaatkvøðu nú.

Samstundis siga 37,8 prosent, at tey høvdu heilt vist sagt nei. 10,5 prosent siga seg vera í iva, men at tey helst høvdu sagt ja, og 9,9 prosent onnur ivandi siga, at tey høvdu helst sagt nei.

Samanumtikið eru tað sostatt fleiri, sum vilja hava evruna. Men munurin er bara 1,3 prosentstig, sigur Danske Bank.