Danir innflyta gentur til skøkjuhús

Alt fleiri og fleiri gentur og kvinnur verða innfluttar til at arbeiða sum skøkjur í Danmark. Fleiri av gentunum eru yngri enn 18 ár

Donsku myndugleikarnir hava gjørt av at vísa trimum útlendskum gentum av landinum. Tær eru yngri enn 18 ár og arbeiddu sum skøkjur. Samstundis eru níggju aðrar útlendskar kvinnur vístar av landinum. Tað vísti seg, at tær vóru keyptar til Danmarkar, skrivar Jyllandsposturin.

Sambært løgregluni er tað ofta trupult at siga, hvussu gamlar tær útlendsku genturnar eru. Í fleiri førum hava myndugleikarnir mett, at tær eru ímillum 15 og 18.

Dorit Otzen, sum er leiðari á verkstaðnum Reden í Keypmannahavn, hjálpir løgregluni at finna tær ungu genturnar. Hon sigur, at tað eru serliga gentur úr Nigeria, sum verða seldar keyparum í Danmark.

Fleiri danskir politikarar krevja, at meiri verður gjørt fyri at forða handli við kvinnum og ungum gentum. Teir vísa á, at Danmark hevur staðfest ST-sáttmálan um rættindini hjá børnum, og tí eiga donsku myndugleikarnir at tryggja, at genturnar ikki enda aftur í klørnum á sølumonnunum, tá tær verða vístar av landinum.