Danir ikki álit á bankunum

Ein nøgdsemiskanning, sum danska brúkararáðið hevur gjørt, vísir, at danir hava fullkomiliga mist álitið á sínum peningastovnum. Í kanningini eru fólk spurd, hvussu tey eru nøgd við tænastuna á 51 ymsum økjum, og her enda bankarnir sum nummar 41. Í teirri tilsvarandi kanningini í fjør vóru teir nummar 31.

Lene Espersen, búskapar- og vinnumálaráðharri, sigur við DR, at danir høvdu stórt álit á sínum peningastovnum, til korthúsið rapaði.

Hon heldur eisini, at søgur um vánaliga ráðgeving í bankunum hava viðvirkað til, at fólk hava mist álitið á teimum.