Danir hyggja og bíða

Í kvøld spæla Spania og Makedonia fyri lívinum í EM kappingini

Tveir dystir í miðumfarinum í EM í hondbólti eru í kvøld. Danmark hevði frí í gjár, og danir hava eisini frí í dag. Báðir dystirnir í dag eru í miðbólkinum, sum danir eru í, og úrslitini í kvøld kunnu hava avgerandi ávirkan á møguleikan hjá dønum at spæla seg í hálvfinaluna.

 

Klokkan 17.15 spæla Slovenia og Spania. Møguleikin hjá Slovenia at røkka hálvfinaluni er burtur. Um Spania vinnur í kvøld verður møguleikin hjá spaniumonnum at spæla seg víðari inntil í annaðkvøld, tá ið teir skulu spæla ímóti Týsklandi.

 

Klokkan 19.30 hittast Makedonia og Tjekkia. Meðan Makedonia framvegis hevur góðan møguleika at spæla seg í hálvfinaluna, so er møguleikin hjá Tjekkia mest sum horvin. Um Makedonia vinnur í kvøld, so verður teirra lagna avgjørd í annaðkvøld, tá ið Danmark verður mótstøðuliðið. Um Makedonia tapir ímóti Tjekkia, so verður møguleikin hjá teimum burtur, og so verður tað longu í kvøld greitt, at Danmark fer at halda fram í hálvfinaluni.

 

Slovenia – Spania kl. 17.15

Makedonia – Tjekkia kl. 19.30

 

Støðan

1

Danmark

4

3

0

1

109:103

6

2

Spania

3

2

0

1

85:60

4

3

Týskland

4

1

2

1

97:95

4

4

Makedonía

3

1

1

1

70:80

3

5

Tjekkia

3

1

0

2

62:81

2

6

Slovenía

3

0

1

2

77:81

1