Leitað verður eftir trimum monnum av Fyn, sum fóru við báti úr franska býnum Brest um vikuskiftið, og sum helst ætlaðu sær til Spania. Nú er ymiskt av bátinum funnið rekandi í Biscayavíkini, men eingir menn.
TV2 sigur, at franska løgreglan hevur biðið donsku løgregluna og donsku sjóverjuna um at hjálpa við leitingini.
Sambært sjónvarpinum hava myndugleikarnir ikki serliga nógvar upplýsingar um menninar ella bátin, og danska løgreglan hevur tí sett seg í samband við teirra avvarandi á Fyn.